Kráartangi Leirvík

Kráartangi – eitt gott vinnuøki í Leirvík

Leitar tú eftir einum væl staðsettum og fjølbroyttum vinnuøki við góðum atkomumøguleikum? Kráartangi er eitt serstakliga áhugavert øki við sjóvarmálan í Leirvík, ið hóskar væl til bæði vinnu og bústaðarendamál.

Strategisk staðseting við nógvari ferðslu

Økið liggur beint við innkoyringina til Leirvíkar, tá ið koyrt verður úr Norðoyatunnlinum. Sambært hagtølum koyra í miðal 4.464 akfør framvið um dagin, sum ger økið sera sjónligt og atkomuligt (tunnil.fo).

Fjølbroyttir nýtslumøguleikar

Økið liggur í einum C2-øki sambært byggisamtyktini. Hetta merkir, at økið er ætlað til fjølbroytta nýtslu, millum annað:

  • Bústaðir
  • Bústovnar
  • Handil
  • Skrivstovuvirksemi
  • Lættari vinnu

    Økið hevur góðar parkeringsmøguleikar og er lætt atkomuligt bæði hjá kundum, starvsfólki og búfólki.

Byggisamtykt og skipan av bygging

Í byggisamtyktini og kortskjalinum, sum hoyra til økið, sæst, hvussu byggingin skal skipast.

Search by