Nýggj serstøk byggisamtykt við Kráartanga í Leirvík

Býráðið í Eysturkommunu samtykti á fundi tann 29.04.2021 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri C2 økið á Kráartanga matr.169a í Leirvík.

Serstaka byggisamtyktin snýr seg um at áseta treytir, staðseting og hædd fyri byggingina.

Tilfar, sum lýsur uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á heimasíðuni og í býráðshúsinum frá 06. september 2021 og fram til 29. september 2021.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. oktober 2021.

Kortskjal 1 til serstaka byggisamtykt á Kráartanga í Leirvík.
Kortskjal 2 fyri serstaka byggisamtykt á Kráartanga – brot úr býarplani í Leirvík.

Search by