Frá mánadegnum 17. august 2020 hava dagstovnarnir Brúsi og Gjái og Frítíðarheimið opið aftur sum vanligt.
Serlig fyrivarni verða tikin viðvíkjandi reinføri o.s.fr. fyri at fyribyrgja møguligari smittuspjaðing.
Heitt verður á øll um at taka tey fyrilit, sum skulu til fyri at hava ein so tryggan gerandisdag sum gjørligt fyri børn, avvarðandi og starvsfólk í hesi serstøku tíð.