Í dag var reisigildi av nýggja dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv. Serstaki og vakri bygningurin er komin væl áleiðis, og børn og starvsfólk gleða seg til at flyta inn í nýggja dagstovnin.
Nýggi dagstovnurin verður uml. 1.300 m2 brutto í tveimum hæddum og kemur at hýsa 4 barnagarðsstovum og 4 vøggustovum, íalt 8 stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur, goymslurúm. Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.
Dagstovnurin kemur at rúma íalt 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.