Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður um at gera nýtt spælipláss í Sarpugerði í Norðragøtu. Arbeiðið ferð í gongd beinanvegin og skal vera liðugt til 1. september.
Spæliplássið kemur at liggja væl fyri beint norðanfyri fótbóltsvøllin í Sarpugerði. Innsport stendur fyri arbeiðinum, ið kostar góðar 600.000 kr.
Sum nakað serligt verður hybrid-gras brúkt sum fallmátta. Talan er um umhvørvisvinarliga loysn, ið er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Fallmáttan gevur eitt bleytt undirlag, meðan gras vaksur upp ígjøgnum og fær spæliplássið at falla væl inn í náttúruna.