Ansingarøkið stongt í komandi viku

Eftir ætlan skuldi dagstovnarnir og Frítíðarheimið í Eysturkommunu lata upp aftur mánadagin, 10. august.

Av tí at óvissan og ótryggleikin rundanum Koronasmittuna nú aftur ger um seg kring landið, er avgerð tikin um, at dagstovnarnir Gjái og Brúsi og Frítíðarheimið hava stongt fram til mánadagin, 17. august 2020.

Foreldur rinda ikki barnaansingargjald fyri hesa vikuna stovnurin ikki er opin.

Nærri kunning um, hvat hendir á ansigarøkinum frá 17. august at roknað í mun til í komnu støðuna, kemur ein av døgunum í komandi viku.

Search by