Almenn fráfaringarløta

Sørin S. Djurhuus hevur verið í starvi innan tilbúgving hjá Eysturkommunu (og Gøtu Kommunu) í 43 ár, harav 16 ár sum leiðari. Nú Sørin verður 67 ár, takkar hann fyri seg.

Tí vilja vit fegin takka Sørini fyri tíðina og hansara luti í tilbúgvingini og bjóða til almenna fráfaringarløtu á tilbúgvingarstøðini fríggjadagin 29. september frá kl. 12:00 til 15:00.

Tilbúgvingarstøðin er her:  Sjóvartún 11 í Leirvík (Við gomlu ferguleguna).

Verið vælkomin.

Vinarliga

Per Martin Gregersen, formaður í tilbúgvingarnevndini og borgarstjóri

Search by