Áheitan til foreldur: koyrið børnini til og frá skúla

Landsmyndugleikarnir hava sett fleiri tiltøk í verk fyri at fyribyrgja, at Corona virusi fer at spreiða seg í føroyska samfelagnum. Hetta inniber m.a. at skúlar og dagstovnar verða stongdir frá einum av komandi døgunum.

Meðan skúlarnir gera seg klárar at stongja vegna koronavirus (meira kunning um hetta kemur seinni), verður heitt á foreldur um at koyra børnini til og frá skúla, ella at børnini ganga, har tað ber til. Hetta er eisini galdandi fyri børnini, sum ganga í Frítíðarheiminum.

Orsøkin til hesa áheitan er at forða fyri, at bussarnir eru fullir og ov nógv børn eru savnað tætt saman á einum stað. Hetta er ikki óvanligt, tá børn fara í ella koma heim frá skúla.

Lat okkum øll gera okkara fyri at fyribyrgja, at Corona verður ein størri hóttan í okkara samfelag. Í løtuni er smittuvandin í Føroyum ikki so stórur, so landsmyndugleikarnir eggja okkum øll til at minka um ferðina komandi vikurnar fyri at tryggja okkum mest møguligt.

Search by