Listaframsýning í Gøtu á páskum

Hin afturvendandi páskaframsýningin í Eysturkommunu

Aftur í ár verður fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina. Fernisering verður páskaaftan kl. 15:00, og framsýningin er opin fram til og við 2.páskadag.

Tey, ið sýna fram, eru borgarar og onnur, sum hava sínar røtur ella sín bústað í Eysturkommunu. Bólkurin av listafólki er støðugur, og tað er gleðiligt at síggja, at ung leggjast afturat. Framsýningin verður sett leygardagin kl.15:00, og Høgni Lisberg fer at framføra nøkur løg.

Listafólkini hesaferð eru:

  • Annika Zacharia Beell
  • LUDVIG – Dagmar L. Mouritsen
  • Jens Klæmint Jacobsen
  • Bjørg í Djónastovu
  • Erla Jarnskor Ellingsgaard
  • Tummas Jákup Thomsen
  • Lise-Lotte B. Vindelbo
  • Joy Ann Simonsen
  • Emely Marnersdóttir
  • Oluffa Klæmintsdóttir

Tey flestu hava sýnt fram áður her í nærumhvørvinum, men onkur kring alt landið og uttanlands við. Framsýningin spennir sera vítt frá náttúru- og djóramyndum í ymiskum stílum, stilleben, keiputekningum  heilt til mixed-media og sci-fi kenda list.

Ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Framsýningin er opin hesar dagarnar um páskirnar:

03. apríl – páskaaftan      15:00 – 20:00    Fernisering

04. apríl – páskadagur     15:00 – 20:00

05. apríl – 2. páskadagur 14:00 – 18:00

Search by