Koyriloyvi á G!

Koyriloyvini til bilar, skrásettir í Syðrugøtu, kunnu avheintast í ovaru hædd í Valhøll týsdagin tann tann 09. juli millum kl 16.00 – 19.00.

Koyriloyvir til tykkara vitjandi

Fyri at lætta um bíðitíðina eru tygum vælkomin at senda teldupost til lennyjacobsen@gmail.com, við upplýsing um nummarplátu og á hvørjari adressu viðkomandi bilar skulu hava pláss.

Av trygdarávum er tað ein treyt – eins og undanfarin ár – at bilar hjá vitjandi skulu standa inni á matriklinum hjá tí, sum vitjað verður.

Gestaloyvini verða útflýggjaði saman við tykkara egna koyriloyvi.

Search by