Í viku 26 og 27 hava umleið 30 ung, sum júst eru liðug við 9. flokk, luttikið í átakinum ung í arbeiði hjá Eysturkommunu.
Tey ungu hava verið røsk og hjálpt til við ymiskum arbeiðsuppgávum kring um í bygdunum. Millum annað hava tey lúka, sligið gras, hampað bygningar, gøtur og gongubreytir og á annan hátt verið við til at fríðka um nærumhvørvið.
Eysturkommuna takkar teimum ungu fyri góða arbeiðið og ynskir teimum eina góða summarfrítíð.
Her eru nakrar myndir av arbeiðinum tey m.a. hava gjørt.