Koyriloyvi í Syðrugøtu á G! Festivalinum 2026

Koyriloyvi til bilar, skrásettir í Syðrugøtu, kunnu avgreiðast longu nú. Møguligt er, at fylla út oyðiblað niðanfyri og velja, um koyriloyvini skulu heintast í Býráðshúsinum í Norðragøtu ella sendast við posti til bústaðin hjá umsøkjara.

Loyvi verður bert givið til tað talið av bilum, ið rúmast á matriklinum hjá umsøkjara. Verður søkt um loyvi til fleiri bilar, enn pláss er fyri á matriklinum, skal upplýsast, hvar hesir, eftir ætlan fara at standa. Koyriloyvi til gestir, verða útflýggjað saman við tykkara loyvum.

Av trygdarávum, er tað ein treyt, at bilar við koyri/parkeringsloyvi skulu standa á tí matrikli, ið loyvi er givið til. Standa bilar á vegnum, kunnu hesir verða fluttir, fyri eigarans rokning.

Serlig undantøk eru, m.a. í eldra partinum av Syðrugøtu, har nøkur hús eru, ið ikki hava bilpláss, umframt hjá teimum, ið missa atgongd til egið bilpláss, orsakað av festivalinum.

Søk um koyriloyvi til G! Festivalin

Eru ivamál, ber til at ringja 730000 ella senda teldupost til eystur@eystur.fo

Search by