Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Giljagarður søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. apríl 2026 ella skjótast gjørligt aftaná. Talan er um starvsbrøk 0,8, ið svarar til eitt miðaltímatal á 32 t/viku. Starvast verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

Giljagarður er eitt sambýli til 10 búfólk, og har arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka tríggjar dagar um vikuna. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Giljargarð.

Innihaldið í starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur er at

  • hava ábyrgd av kompleksu sjúkrarøktarfakligu uppgávunum
  • veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum hjá búfólkunum
  • arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • undirvísa starvsfólkum
  • samstarva tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði innan- og uttanhýsis

Vit kunnu bjóða

  • góða innleiðslu, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • gott samstarv við aðrar sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar fakbólkar í Nánd
  • góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • møguleika at venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Vit vænta at tú

  • hevur áhuga og hegni at arbeiða við eldri fólki og vilt arbeiða útfrá visión, missión og virðisgrundarlagnum hjá Nánd
  • hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi
  • stuðlar undir etiskt umhugsni
  • ert umhugsin og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur, og at tær dámar væl avbjóðingar
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan (Person-Centered-Care)

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Simonsen, virkandi deildarleiðara, tlf. 730282 ella við telduposti sonja@eystur.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til sonja@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð”.
Umsóknarfreistin er 27.02.2026

Tú kanst lesa meira um Nánd her

Search by