Eitt starv er leyst at søkja á Giljagarði frá 1. februar 2026, ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku í blandaðum vaktum og annað hvørt vikuskifti.
Á Giljagarði eru 10 búpláss, og har starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er sjúkrarøktarfrøðingur eyka tríggjar dagar um vikuna. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Giljargarð.
Sum røktarstarvsfólk kemur tú at veita eina góða og grundleggjandi røkt og umsorgan fyri búfólkunum, at eygleiða og boða frá broytingum og at tryggja heilivágsgevan til búfólk v.m.
Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur:
Vit bjóða:
Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar eftir útbúgving og førleikum.
Setan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Sonju Simonsen, virkandi deildarleiðara á tlf. 730282.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og CV skal sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta og skal vera okkum í hendi seinast 28. desember 2025.