Borgarafundur – tilmelding

Ver við til at mynda framtíðar eldraøkið í Nánd!

24. septembur kl. 18:30 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Hvussu skulu vit í felag mynda eldraøkið í framtíðini?

Á verkstovuni fara vit at kjakast um virðir, ynskir, átøk og ivamál, sum hava týdning fyri, at tænasturnar veruliga gera mun í gerandisdegnum.

Uttan mun til, um tú ert borgari, avvarðandi, sjálvboðin í einum felag ella bara áhugaður – títt íkast er týdningarmikið.

Tín vitan og tínar royndir eru lykilin til, at vit saman kunnu finna røttu loysnirnar.

Sí tilmelding niðanfyri.

Search by