Eysturkommuna søkir eftir einum miðla – og samskiftisfólki fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi at byrja 1. september 2024.
Talan er um starv á 20 tímar um vikuna, og sum er tíðaravmarkað fram til 31. august 2025.
Uppgávurnar eru m.a. at
Førleikar:
Tað er ikki eitt krav til ávísa útbúgving, men ein fyrimunur er, at viðkomandi hevur førleikar at arbeiða við heimasíðum, hevur gott hugflog, er uppsøkjandi og dugir at orða seg í skrift.
Viðkomandi má eisini tola, at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til eystur@eystur.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 12. august 2024.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ove Heinesen, starvsfólkaleiðara á telefon 73 00 12.