Leirvíkingar fara á bygdarlegu

‘Meira eygnakontakt – minni stikkkontakt’ er forvitnisliga slagorðið fyri afturvendandi bygdarleguna, ið Missiónshúsið í Leirvík skipar fyri í Nesvík um vikuskifti 21.-23. mars. Lagt verður við hesum upp til, at ipaddar, teldur og onnur tøkni verður løgd á hyllina í eitt vikuskifti fyri góða sosiala samveru uttan skerm.

Seinasta bygdalegan, ið missiónshúsið skipaði fyri, var á heysti 2010. Tá vóru øll 150 koyggjuplássini í Leguhúsinum brúkt, umframt at onkur svav á gólvinum. Enn er komandi legan ikki fullteknað, men hon fyllist, siga fyrireikararnir.

Skráin fyri vikuskifti er fjølbroytt, millum annað við fyrilestri um tunglyndi, hugnaløtu við Moniku Stauss Joensen og Magna Christiansen, og ymsum fyri børn og ung. Møguleiki er eisini at verða við uttan at gista.

Seinasta freist at tekna seg er longu fríggjadagin. Meira kann lesast um leguna á heimasíðuni www.leirvikar.fo, har faldarin, ið varð borin út til húsarhald í bygdini, eisini kann takast niður.


Mynd: Leirvikar.fo
Search by