Eysturkommuna letur stuðul til íverksetarar

Eysturkommuna er framburðarfús. Tí vilja vit eisini stimbra undir nýhugsan og íverksetan, og sum nakað nýtt kunnu íverksetarar í Eysturkommunu nú søkja um stuðul til tess at fremja sínar dreymar og hugskot.

Íverksetanarstuðulin er skipaður soleiðis, at fyritøkur við heimstaði í Eysturkommunu kunnu søkja Eysturkommunu um stuðul til keyp av ráðgevingartímum hjá vinnuráðgeva, grannskoðara, sakførara ella øðrum serkønum fólki.

Íverksetarar kunnu við hesi skipan fáa upp til kr. 10.000,- í stuðuli til keyp av ráðgevingartímum.

Les reglugerð fyri skipanina við íverksetarastuðuli í Eysturkommunu

Her kann søkjast um íverksetanarstuðul

 

Search by