Eldrasambýlini og sjálvsvenjing lata uppaftur

Í samband við at tamarhald tykist at vera á COVID-19 smittuni í Føroyum í løtuni, er avgjørt at fáa so vanlig viðurskiftir sum gjørligt á eldraøkinum. Hetta er treytað av, at almennu tilmælini um frástøðu og reinføri vera hildin.

Vitjan á eldrasambýlum

Ongar avmarkingar eru á, hvussu nógv avvarðandi kunnu vitja á eldrasambýlunum í Nánd, og vitjandi kunnu eisini vitja í felagshølunum.

Tænastur og tiltøk so sum fótarøkt, frisør og andaktir byrja aftur. Tað er tó framvegis neyðugt, at vitjandi verða skrásett, so ein møgulig smittusporan kann gerast.

Mælt verður til, at vitjandi, ið hava verið uttanlanda ella í stórum selskapi, bíða við at vitja, til negativ test frá 6. degi fyriliggur.

Sjálvsvenjing

Sjálvsvenjingar byrja aftur í komandi viku.

67+60 – 66 ár
Týsdag kl. 8.30-12.00
Mikudag kl. 8.30-12.00
Hósdag kl. 8.30-10.30
Mánadag kl. 16.00-22.00
Týsdag kl. 19.00-22.00
Mikudag kl. 16.00-22.00
Hósdag kl. 19.00-22.00
Fríggjadag kl 19.00-22.00

Mælt verður til, at fólk, ið hava verið uttanlanda ella í stórum selskapi, bíða við at venja, til negativ test frá 6.degi fyriliggur.

Search by