Yvirlit yvir kavarudding í Eysturkommunu

Tá ið ruddað verður fyri kavað, er tað eftir hesari raðfesting, sí viðfest kort.

Maskinurnar eru stórar og trongt er at grava. Vit biða tí vinarliga um, at maskinurnar fáa frið og pláss at arbeiða. Heitt verður á borgarar at hugsa seg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi legst. Borgarin skal grava fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum.

Saltað verður eftir somu raðfesting, sum við kavaruddingini. Saltkassar standa ymsa staðni til borgarin at brúka, tá tað er neyðugt. Hav í huga, at lítið salt skal til fyri at smelta ísin.

Search by