Ymisk tiltøk í kommununi hesa vikuna

Ríka mentanarlívið í Eysturkommunu hevur nógv at bjóða uppá hesa vikuna.

Konsert í Bygdarhúsinum í Leirvik
Mikukvøldið 22. apríl kl. 19 hevur leirvíkingurin Jóannes Joensen útgávukonsert í bygdarhúsinum í Leirvík av síni nýggju fløgu við violin- og klaver-tónum. Harafturat verða nøkur løgum hjá Elvis Presley framførd, myndlistafólkini John Dávid Joensen, Erla Højgaard Olsen, Torgunn Eliasen og Kartin Hansen sýna fram, og møguleiki verður at smakka suppu frá Primafisk. ––– Les meira um tiltakið her. 
Konsert í Tøting í Syðrugøtu
Fríggjakvøldið 24. apríl kl. 21 skipar Tónleikasamtakið Grót aftur fyri konsert í Tøting í Syðrugøtu. Tað verður føroyska X-Factor stjørnan, Jógvan Joensen, og svensku Bolywool, ið koma at framføra. Svenski bólkurin verður lýstur at spæla eina sjálvsama samanrenning av tónleiki, ið best kann lýsast við sjangrum sum; Shoegaze, post-rock, psychedelia, við einum popputum tvisti. ––– les meira um tiltakið her.

Flaggdagshald í Leirvik
Leygardagin 25. apríl er so flaggdagur og tá skipa skótarnir í Leirvík fyri flaggdagshaldi kl. 15.00. Byrjað verður á krokkvøllinum, har Arne Vatnhamar flytur fram røðu og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir. Aftaná verður kondibingo, og skótarnir bjóða kaffi/te, saft og vaflir ókeypis. Kl. 17 verður møguleiki at keypa nýggju bókina hjá Arna Vatnhamar í skótahúsinum og fáa hana signeraða.

Várveitsla í Leirvík
Í vikuskiftinum verður Várveitsla í missiónshúsinum í Leirvík. Tað eru ung, sum skipa fyri einum vikuskifti við nógvum sangi og framførslum. 
  • Fríggjakvøldið kl. 20 verður sangkvøld, har Blátt Gras, ið herfyri vunnu FMA-virðislønina fyri besta ársins sang, og kórið í Missiónshúsinum framføra, og Jeffri Johannesen hevur andakt. 
  • Leygarkvøldið kl. 20 verður aftur sangkvøld, har Heðin Askham v/ bólki framføra og Pól Johannesen hevur andakt. 
  • Sunnudagin kl. 16 verður familjutiltak, har vælkendi gyklarin Ásbjørn Berthelsen luttekur umframt at sunnudagsskúlabørnini framføra ein sjónleik. Síðan er nátturði kl. 17 og sangkvøld kl. 18, har Jan Jacobsen framførir og Regin Høgnesen talar.
Search by