Fyrrapartin varð kunngjørt, at fyri fyrstu ferð í 39 ár hava Føroyar í ár vunnið ta heiðurligu Bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Hetta eru stórtíðindi, at Vónbjørt Vang, rithøvundur, sum býr í Syðrugøtu, hevur vunnið hendan heiður fyri yrkingasavnið “Svørt orkidé”, sum kom út á forlagnum Eksil í 2023. Bókin er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollasjum hjá Vónbjørt sjálvari.
Vónbjørt er virkin í bókmentaheiminum bæði í Føroyum, í Norðanlondum og aðrastaðni við. Hon fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í fjør.
Forlagið Eksil við Kim Simonsen, sum eisini hevur sítt virksemi í Syðrugøtu, hevur givið øll verkini hjá Vónbjørt út. Ritverkið hjá Vónbjørt Vang higartil er:
2023 Svørt orkidé (yrkingar)
2023 Úr loggbókunum (essay)
2017 Djúpini (yrkingar)
2011 Millumlendingar (yrkingar)
Vit í Eysturkommunu hava fylgt við Vónbjørt Vang og hennara bókmentaliga virksemi í longri tíð, og vit fegnast almikið hennara vegna, at júst hendan bókmentavirðisløn fall henni í lut. Vit eru errin av Vónbjørt og av tí ríka mentanarvirkseminum í Føroyum og í hesum førinum ríka útgávuvirkseminum í okkara øki.
Vit ynskja tær blíðan byr framhaldandi á tíni spennandi ferð sum høvundur, Vónbjørt!
Her er leinki til grundgevingarnar hjá dómsnevndini: Vinder af Nordisk Råds litteraturpris 2025 | Nordisk Samarbejde