Vitjan úr Vestmannaoyggjunum

Leygardagin 27. juni 2009 skipar Eysturkommuna fyri móttøku við Torvalds kaffi í Norðragøtu. Tiltakið verður kl. 14.00 í sambandi við, at bátar úr Vestmannaoyggjununum sigla inn eftir víkini at vitja vinarbýin. Gøtu kommuna var vinarbýur við Vestmannaoyggjar og sambandið er nú víðkað við tað, at Eysturkommuna er vorðin veruleiki og Leirvík er vorðin partur av samstarvinum.

Borgarstjórin bjóðar gestunum vælkomnum, kórið Eystanljóð syngur, eins og felagssangur eisini er á skránni. Síðani verður bjóðað til kaffi í og uttanfyri Torvalds kaffi. Stuttligt hevði verið at sæð mong hesa løtuna.

Gestirnir fara at gista hjá privatfólki í kommununi og hesi fara á ymiskan hátt at vísa gestunum runt í økinum. Eysturkommuna fegnast um komandi vitjanina.

Search by