Vitjandi úr Henning í Noregi vórðu fyri stuttum bjóðað vælkomin í Eysturkommunu. Til júst hesa vitjanina hevði bæði ferðavinnuveitarar, ferðaleiðarar og starvsfólk í umsitingini brúkt nógva tíð uppá at fyrireika seg.
Fólkini, ið vóru 10 í tali, vitjaðu í samband við ferðavinnuverkætlanina, ið er ein 3-ára verkætlan stuðlað av bæði NORA (Nordisk Atlantsamarbejde) og Eysturkommunu. Verkætlanin hevur millum annað til endamáls at varpa ljós á, at tað er samfelagið hjá okkum við øllum, ið har býr – fólkum, søgu og mentan -, ið er ferðavinnutilboðið í Eysturkommunu.
Tey vitjandi royndu tey ferðavinnutilboð, ið eru í kommununi, og gjørdu eftirmetingar fyri hvørt staðið. Eftirmetingarnar vóru sum heild sera jaligar og øll luttakandi sóu ein menningarmøguleika fyri ferðavinnuna i Eysturkommuna. – Tí heldur verkætlanin fram við góðum treysti!
Takk til øll, ið vóru og eru ein partur av hesum! Niðanfyri síggjast nakrar myndir frá vitjanini.
Tey luttakandi vóru:
AP bussar
Báta- og Listasavnið
Benjamin Gøte
Blásastova
Jón Rói Høgnesen
Lávusarhús
Lodge house
Navirnar
Norðfra
Primafisk
Samson Nesá
Uptur
Varmakeldugarðurin
Visit homes