Nú summarið nærkast, eru fleiri og fleiri ferðafólk, sum koma inn á gólvið í Býráðshúsinum í Norðragøtu. Av tí at hetta er ein almenn fyrisiting, meta vit ikki at tað er ráðiligt, at ferðafólk ganga inni her í arbeiðstíð.
Vit vilja tó fegin geva teimum møguleikan fyri at síggja húsið. Tískil hava vit avgjørt, at hava rundvísing tveir dagar um vikuna. Frá í morgin (25.06.2019) hava vit rundvísing í Býráðshúsinum hesar dagar:
Týsdag kl. 16:00
Leygardag kl. 13:00
Rundvísingin kostar 40 kr.
Vit arbeiða somuleiðis við at gera ein teig inni á heimasíðu okkara, har m.a. Ósbjørn Jacobsen greiðir frá arkitekturinum í Býráðshúsinum.