Vitjaðu skúlastovuna til alis-evnafrøði og náttúru og tøkni við Gøtugjógv

Í sambandi við februarfundin hjá Mentanarnevndini í Eysturkommunu, so varð vitjað í skúlanum við Gøtugjógv. Serliga høvið var, at loksins er skúlastovan til lærugreinirnar náttúru og tøkni, eins og til alis-evnafrøði liðug.

Leingi hevur ligið í ætlan at nútímansgera hesa serstovu, sum bar brá av tíðini, tá hesin parturin av skúlanum í Gøtu varð bygdur í 1974. Stór, myrk skáp úr massivum træi, nógv eldri útgerð, lutfalsliga bundin borðuppseting við stórum pulti o.s.fr. Hon var flott, men als ikki soleiðis innrættað og útgjørt, sum arbeitt verður hesum lærugreinum í dag, og gólvið var oyðilagt, vindeygu og allur klimaskermurin skuldu skiftast, eins og ymsar leiðingar skuldu umvælast og leggjast av nýggjum.

Tað var ein vøkur, væl útgjørd og fleksibul skúlastova, nevndarlimirnir og skrivari sóu, við nýggjum vindeygum, nýggjum innbúgvi í frískligum litum, við arbeiðsstøðum til næmingar, góðari útlufting, serskápum, borðum, sum kunnu setast saman á ymsan hátt, krakkum í ymsari hædd til ymsa nýtslu, nýggjum teldutalvum og hvíttalvum. Stutt sagt, so eru møguleikarnir fyri ymsum arbeiðshættum nú munandi bøttir, og stovan er fult tíðarhóskandi og innbjóðandi, sum tað sømir seg til hesar týdningarmiklu lærugreinir.

Tilgongdin hevur verið heldur sindur drúgv, og ávegis var eitt áarlop orsøk til, at nógv tilfar og okkurt innbúgv fór fyri skeytið. Skúlin hevur tí verið skerdur av hesum í eina tíð. Tí var gott at vitja og síggja úrslitið av samstarvi millum skúla og kommunu. Sum skilst eru næmingar og lærarar væl nøgdir við úrslitið !

Atli F. Johansen, skúlastjóri greiddi síðani frá skúlans ætlanum, avbjóðingum, verkætlanum og framtíðar hølistørvi við Gøtugjógv. Mentanarnevndin ætlar at vitja í skúlanum í Leirvík í næstum.

Síðani helt nevndarfundurin fram í býráðshúsinum í Norðragøtu, har fleiri týðandi mentamál og verkætlanir, sum eru áveigis, vórðu umrødd.

Í mentanarnevndini eru:
Hanna Jensen, forkvinna, Pól í Skorini, næstformaður, Tórur D. Djurhuus, nevndarlimur, Astrid Johannesen, mentanar – og ferðavinnusamskipari, sum er skrivari hjá Mentanarnevndini.

Search by