Vinnulívið møttist til morgunmat

Eini 50-60 fólk vóru á Báta- og Listasavninum í Leirvík í morgun, tá Eysturkommuna bjóðaði vinnulívinum í kommununi til morgunmat og prát.

Tiltakið var óformelt við ongari skrá. Ætlanin við tí var, at vinnan fær samlast eina løtu til eitt prát við onnur vinnufólk, býráðslimir og umsiting.

Hetta var so fyrstu ferð, at hetta tiltakið varð roynt, og tað eydnaðist sera væl.

Search by