Vinnufundur í Eysturkommunu

Fríggjadagin 17. mai kl. 13.00 til 16.00 skipar Eysturkommunafyri vinnufundi á Bátasavninum í Leirvík. Á skránni verða framløgur við JóhanChristiansen og Andreas Andreasen frá Eysturkommunu. Eisini verða umboð fyriSkansi Offshore, Høvdavirkið og Virkisráðgeving við.

Endamálið við fundinum er at geva vinnulívsfólki íkommununi høvi til at møtast til ymiskar framløgur og at kjakast um vinnulívið. Fundurin erætlaður øllum vinnuáhugaðum í kommununi.

Orðstýrari verður Páll Isholm.

Bjóðað verðureisini til ein kaffimunn.

Search by