Vinnudagur í Eysturkommunu

Hósdagin 1. desember verður árligi vinnudagurin í Eysturkommunu. Yvirskriftin fyri dagin er Hvussu kann tín fyritøka fáa meira burturúr virkseminum og alt vinnulívið í kommununi er boðið til áhugaverdar fyrilestrar og netverking í Bovling í Leirvík.

Spennandi skeið fyrrapartin

Fyrri parturin av degnum verður skipaður sum eitt skeið, har Jens Poulsen úr donsku ráðgevarafyritøkuni Navitas kemur at tosa um hvussu tú kanst:

  • gerast betur til at varðveita kundar
  • selja meira til tínar núverandi kundar
  • fáa fleiri nýggjar kundar

Jens Poulsen kennir væl til føroyska vinnulívið, tí umframt at hava ráðgivið donskum fyritøkum sum Dong, TV2 og Baresso, so hevur hann eisini fleiri føroyskar kundar. Hesir eru m.a. Vónin, JT Electric, Atlantic Airways og Eik.

Av tí at tað er avmarkað pláss til spennandi skeiðið fyrrapartin, er neyðugt at tekna seg til hendan partin. Hetta kann gerast við at senda t-post til fridi@eystur.fo ella við at ringja á tlf.: 73 00 28. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 25. november kl. 14.00. Skeiðið er ókeypis!

Fyrilestrar seinnapartin

Seinni parturin av degnum er almennur og vendir sær til øll, sum hava áhuga fyri vinnuviðurskiftum. Her koma roynd vinnulívsfólk at hava fyrilestrar við ymiskum spennandi evnum. Skráin sær soleiðis út:

   kl. 13.00    Vælkomin – Jóhan Christiansen, borgarstjóri
   kl. 13.15     ‘Set stór mál’ – Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele
   kl. 14.00    ‘Hugsa øðrvísi’ – Rúnar Reistrup, stjóri á Vodafone
   kl. 14.45    Kaffi og prát
   kl. 15.00    ‘Virðisøking’ – Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún
   kl. 15.45    ‘Vilt tú verða brundur ella enda sum seyðarhøvd?’ – Niclas Heri Jákupson, stjóri á Fegin
   kl. 16.30    Kaffi og prát

Search by