Vinnubygningur reistur inni í Gøtudali

Í morgun veitrar Merkið á nýggja bygninginum hjá “Autolakkering.fo”. Hetta er sostatt fyrsti bygningurin í nýggja vinnuøkinum í Gøtudali.

Bygningurin hjá “Autolakkering.fo” er 20m x 30m í tveimum hæddum. Í niðastu hædd verður móttøka, verkstaður og goymsla. Á aðru hædd verður matstova, fundarhølir og umklæðingarrúm.

Vinnuøkið inni í Gøtudali er áleið 14.000 fermetrar.

 

Search by