§ 1 Reglugerðin er galdandi fyri bátar í økjum, sum Eysturkommuna varðar av, og sum eru tiknir upp og standa á bátaplássunum í Eysturkommunu.
§ 2 Ongin bátur, ella tómur bátavognur, má setast á ella flytast av bátaplássunum uttan fyrst at hava boðað havnarfútanum frá hesum.
§ 3 Bátaeigarin hevur skyldu til støðugt at halda økið kring egnan bát reint og ruddiligt, meðan báturin stendur uppi á landi.
§ 4 Bátaeigarin hevur skyldu til at skipa so fyri, at hetta sama økið er reint og ruddiligt, tá ið báturin er farin av økinum aftur.
§ 5 Bátaeigarin hevur treytaleyst ábyrgdina av egnum báti, eisini av at skora er nóg væl uppundir hann, meðan hann stendur uppi á landi.
§ 6 Bátarnir kunnu standa ókeypis á nevndu økjum frá primo oktober til ultimo apríl. Tað sum eftir er av árinum – frá primo mai til ultimo september – verður goldið soleiðis:
Gjald fyri hvønn dag:
Færri enn 18 dagar – onki gjald.
Drúgvari enn 18 dagar 30 krónur fyri hvønn dagin omanfyri 18 dagar.
Dagurin, tá ið báturin verður settur í bátastøðuna á landi, og dagurin tá ið hann verður fluttur/sjósettur aftur telja við í hesi uppgerðini.
Tómir bátavognar/stólar longri enn ein dag 30,- kr/dag
Tómir bátavognar/stólar gjalda alt árið.
§ 7 Er tørvurin á bátaplássum á landi størri enn útboðið, kann Eysturkommuna avmarka tíðarskeiðið fyri, hvussu leingi bátarnir kunnu standa á bátaplássunum, og hevur fulla heimild til at krevja bátarnar fluttar av økinum við 14 daga varningi.
§ 8 Um bátaeigarin flytir úr Eysturkommunu, hevur hesin skyldu til alt fyri eitt at flyta bátin av útvegaða bátaplássinum hjá Eysturkommunu.
§ 9 Henda reglugerð er partur av leigusáttmálanum ímillum Eysturkommunu og leigaran av bátaplássinum. Brot á hesa reglugerð kann viðføra, at leigusáttmálin verður settur úr gildi ella uppsagdur. Reglugerðin kemur í gildið tann 30. juni 2016.
Hevur tú spurningar um nýggju reglugerðina, er tú vælkomin at seta teg í samband við havnarfútan.
Reglugerðin kemur í gildið tann 30. juni 2016.