Víkingadagur í Eysturkommunu

Víkingadagur verður í Eysturkommunu nú leygardagin 18. juli 2009. Dagurin byrjar tíðliga á morgni í Leirvík og endar seint á kvøldi í Syðrugøtu.

Á skránni er mangt og hvat til stór og smá.

Dagurin byrjar við stórum ungdóms- og familjutiltaki á ítróttarøkinum í Leirvík. Á skránni er stór felagsvenjing fyri allan ungdómin í felagnum og eftir venjingina verður hugnaløta fyri familjur við ymiskum tiltøkum og onkrum góðum til matna. Dagurin í Leirvík endar við grannadysti millum 1. deildarliðini hjá Víkingi og NSÍ.

Eftir dystin verður skipað fyri gongutúri um Leirvíksfjall eftir gomlu bygdagøtuni til Norðragøtu.

Møguleiki verður at vitja søvnini í gamla býlinginum í Norðragøtu, áðrenn Vodafonliðini hjá Víkingi og NSÍ bresta saman í Sarpugerði. Talan er bæði odda-,granna- og steypadyst.

Um kvøldið verður farið til Syðrugøtu har grill, felagssangur, skemt og dansur er á skránni.

Search by