Viðv.: Kloakkarbeiði á Tróndargøtu og Stallagøtu.

Eysturkommuna er í holt við at dagføra kloakkskipanina í Norðragøtu, soleiðis at hendan kemur at lúka nýggju myndugleikakrøvini til kloakkskipan og útlát, har m.a. krøv eru um at ikki er loyvt at frárensl frá rottangum, vøskum v.m. rennir í bátahyljar og innanfyri brimgarðar, men skal leiðast út í øki við góðum útskifti.

Í dag renna útlát frá flestu av húsunum á Stallagøtu og Tróndargøtu oman í bátahylin.

Kloakkarbeiðið, sum ætlanin er at fáa gjørt fram til á vári 2019 er:

Íbinda rottangar í parti av Stallagøtu og Tróndargøtu í nýggja kloakkskipan, sum verður leidd til pumpubrunn á havnarlagnum
Eftir at allir rottangar v.m. eru liðugt íbundnir, verða leiðingar tyrvdar vandaliga aftur, og á vári 2019 verða uppgrivin øki í bø og urtagørðum  sádd til aftur.
Asfalteran av uppgrivnum vegum og gøtum.
Málið er, at allar áir og veitir í økinum koma at verða heilt rein fyri kloakkvatn eftir at arbeiðið er liðugt, og at eingi útlát frá rottangum v.m. enda í bátahylinum, men verða pumpað út í økið við góðum vatnskifti.

Partur av økinum sum grivið verður, er friðað. Samskift hevur verið við Tjóðsavnið, um hvussu arbeiðið skal skipast og avtalað er, at starvsfólk haðani koma at fylgja arbeiðinum sera neyvt, og eru á staðnum morgun og kvøld, meðan grivið verður.

Arbeiðið kemur eisini at fara fram inni á privatum økjum, har m.a. rottangar og møguligar gólvristir í kjallara skulu íbindast. Hetta verður samskipað við tey, sum búgva í húsunum.

Search by