Viðmerkingar til ástaðisfundin, sum var í Syðrugøtu 8. oktober um G2 neystaøki, skulu sendast á eystur@eystur.fo í seinasta lagi 23. oktober.
Møguleiki er at síggja skitsurnar, ið eru gjørdar fyri økið, á býráðsskrivstovuni í Norðragøtu. Talan er ikki um liðugt uppskot, men um vegleiðandi skitsur av hvussu hædd á neystum kann síggja út.
Aftaná freistina tann 23. oktober verður ein fundur hildin afturat, har innkomnar viðmerkingar verða umrøddar.