Vetrarskrá hjá Gøtu Fornminnisfelag

Í vetur skipar Gøtu fornminnisfelag fyri 4 fyrilestrum um ymisk søgulig viðurskifti við tilknýti til Gøtu og einum tiltaki í desembur í samband við marknaðardag á fiskavirkinum Í Norðragøtu.

Dato er sett á fyrsta tiltakið og hini verða lýst nærri, tá ið nærkast.

Til ber at gerast limur í felagnum á tiltøkunum og annars eisini á heimasíðu felagsins http://www.blasastova.fo

1. Mikukvøldið 7. novembur kl. 19.30 í Gøtu skúla
Fyrilestur um “Palli Bager og fyrsta føroyska skipskókibókin 80 ár” (Sigfríður Joensen og Jóan Pauli Joensen)

2. Ein av leygardøgunum í desembur kl. 11-14.
Savnið hevur opið í samband við marknaðardag á fiskavirkinum.

3. Jan/feb: Fyrilestur um útgrevstrar í Syðrugøtu. (Helgi Michelsen frá Tjóðsavni Føroya).

4. Feb/mars: Flutningsbátar hjá gøtumonnum – serliga Gøtu Tróndur og Hvanngarðurin. (Sigfriður Joensen).

5. Feb/mars: Ein lýsing av Syðrugøtu í 1973.
Susanne Barding fer at greiða frá eini verkætlan, ið hon gjørdi í 1973, har hon m.a. tók 1600 myndir av húsum, úthúsum og fólkum, sum búðu í Syðrugøtu.

Search by