Tilbúgvingarstøð í Leirvík

Verkætlan

Liðugt
100%

Stutt lýsing

Nýggja tilbúgvingarstøðin gevur sløkkiliðinum munandi betri umstøður at arbeiða undir, og samlar alla tilbúgvingarútgerð á einum stað. Samstundis kann nýggi bygningurin brúkast sum ein miðstøð, tá tilbúgvingin verður sett í gongd og sløkkiliðið verður kallað út. Sløkkiliðið hevur áðrenn leigað seg inn í hølir í Leirvík, og útgerð hjá sløkkiliðinum er á goymslu ymsastaðni í kommununi. Støðin er staðsett í Leirvík fyri at hava tilbúgving so tætta sum gjørligt á báðum síðum av Norðoyatunlinum.

Fakta

Væntast liðugt: juni 2019
Kostnaður: 12,5 mió.
Arbeiðstakarar: KBH (jørð, betong og timbur), El-teknik (el), Zacharis Leitisstein (VVS)
Stødd: 600 m2

Støðulýsing

13. des. 2019

Almenn móttøka hildin í tilbúgvingarstøðini.

17. sept. 2019

Gólvið er liðugt og sløkkiliðið er flutt inn.

6. aug. 2019

Ein eyka veiting uppá gólv í garaguni er komin afturat. Farið verður í holt við hetta arbeiði í komandi viku. Væntandi flytur sløkkiliðið inn fyrst í september.

26. jun. 2019

Bygningurin væntast at verða liðugt málaður í hesi vikuni. Annars eru onkrir snøklar eftir at gera. Tilbúgvingarleiðarin er fluttur inn.

10. mai. 2019

Bygningurin er liðugur og verður avhendaður 3. juni. Annars mangla bert snøklar fyri at gera tilbúgvingarstøðina lidna.

Search by