Vegarbeiði á Eyðargøtu í Norðragøtu

Arbeitt verður við at leggja kaðalar tvørtur um Eyðargøtu og inn á síðuvegir tann 22. september, og tí verða íbúgvar vinarliga bidnir um at vísa varsemi, meðan arbeiði verður gjørt.

Ferðslan verður tarnað nakað av arbeiðinum, meðan hetta er í gongd. Arbeiðið er liður í at framtíðartryggja veitingar frá SEV og FT-net til økir í Norðragøtu, og eftir hetta er klárt at fara undir at asfaltera Eyðargøtu.

Search by