Vaskifólk til Ítróttar- & Samkomuhøllina á Kambsdali

Søkt verður eftir tímaløntum vaskifólki til Ítróttar- & Samkomuhøllina á Kambsdali, at byrja 01. oktober 2018.
Vit eru eisini opin fyri tí, um tvey velja at søkja hetta saman og deila uppgávurnar ímillum sín.

Talan er um starv á uml. 20-35 tímar um vikuna, alt eftir hvussu nógv virksemi er í høllini. Høllin hevur nógv virksemi frá mitt í september til síðst í apríl, meðan minni virksemi er hinar mánaðirnar. Eisini er høvuðsreingerð partur av arbeiðnum.

Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við hallarvørðin.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Umsóknir skulu sendast til:
Ítróttar- og Samkomuhøllin á Kambsdali
Dalsvegur
530 Fuglafjørður

ella
olavurl@fuglafjordur.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. september 2018.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Ólav Larsen, formann í Hallarnevndini, á tlf. 234001.

 

Search by