Í gjár var móttøka fyri Fíu á Reynatrøð og Hannu Dalheim, sum báðar hava vaskað dúgliga fyri kommununa í umleið 30 ár hvør.
Tær báðar eru nú farnar frá vegna aldur og fingu hvør sín málning frá kommununi sum tøkk fyri sína drúgvu tænastu. Sámal Toftanes hevur málað.