Varaskúlastjóri til Fuglafjarðar skúla

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd og í samstarv við skúlaleiðararn skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans.

Harafturat skal viðkomandi duga at samstarva, vera hugaður at royna nýggjar leiðir, vera fyrikomandi og fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi og eftir fyriskipan skúlaleiðarans.

Starvssetanin er føst og byrjar 1. august 2017.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgvin og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur leiðsluroyndir.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálarráðið og Føroya Lærarafelag.

Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. februar kl 15.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.

Fuglafjarðar skúli hevur næsta skúlaár umleið 270 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 26 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 3 námsfrøðiligir stuðlar.

Search by