Vallistin til skúlastýrisvalið 2020

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Skúlanum í Eysturkommunu. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval.

Skúlin í Eystukommunu heitir á foreldur um at tryggja sær, at tey hava valrætt til skúlastýrisvalið fyri Skúlan í Eystukommunu. Bert tey foreldur/avvarðandi, sum standa skrásett hjá Fólkayvirlitinum at hava foreldramyndugleika yvir næmingi í Skúlanum í Eystukommunu verða skrásett á vallistanum, og tað eru bert tey, sum hava valrætt. Vallistarnir hava ligið frammi á býráðsskrivstovvuni til alment eftirlit síðani 30. oktober 2020. 

Valt verður í somu valstøðum sum til kommunuvalið. Foreldur/avvarðandi, sum skulu velja til skúlastýrið í Fuglafirði, mugu velja í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Foreldur/avvarandi, sum hava børn í 7. flokki, hava valrætt bæði í Fuglafirði og í Eysturkommunu til skúlastýrið. 

Valevnir eru: 

  • Tórur Didrik Djurhuus, við Bólstein 4, 520 Leirvík 
  • Katrin Ingolfsdóttir Gregersen, fyri oman Brúgv 2, 513 Syðrugøta 
  • Noomi Gregersen, fyri oman Brúgv 10, 513 Syðrugøta 
  • Karstin Kristiansen, Eggjarvegur 13, 520 Leirvík 
  • Eydna Lucia Nesá, Garðavegur 22, 513 Syðrugøta 
  • Ingun N. Olsen, Biskupsmerkur 11, 520 Leirvík 
  • Rebekka Olsen, Toftanes 11, 520 Leirvík 
  • Elinborg Osvaldsdóttir, úti í Bø 8, 513 Syðrugøta 
  • Arni Zachariassen, við Ánna 56, 512 Norðragøta 

Vegna Skúlan í Eysurkommunu
Atli Fróði Johansen, skúlastjóri 

Search by