Væleydnaður ruddingardagur

Heilt fitt av fólki var møtt upp til ruddingardagin, sum var leygardagin 16. mai. 2009 í Gøtu og Leirvík.

Byrjað var við rundstykkum og kaffi, te og saft kl. 08.30. Síðan var farið at rudda. Fólkini fóru saman í bólkar og deildu seg runt um í bygdunum. Kl. 12.00 var sjálv ruddingin liðug, og bjóðaði Eysturkommuna øllum til eina hugnaløtu í Sarpugerði, har møguleiki var at fáa búffar og grillaðar pylsur og okkurt leskiligt at drekka.

Borgarstjórin, Jóhan Christiansen, bjóðaði vælkomin og greiddi frá hvat fór at ganga fyri seg hesa góðveðurs løtu.

Hoppi- og skreiðiborg var til børnini, og eisini var gyklarin, Ásbjørn Berthelsen, komin at vísa síni kynstur. Hesi tiltøk vóru sera væl móttikin, bæði av teimum vaksnu og ikki minst børnunum.

Borgarstjórin flutti fram røðu og greiddi  í røðu síni frá, um týdningin av at vit fara væl um okkara umhvørvið.

Eisini legði Hanna Jensen, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Eystrurkommunu fram eitt fríðkanarátak, sum ætlanin er at føra út í lívið, og at talan er um eina urtagarðskapping (best røkti urtagarður) og vinnuvirkir (best røkta virki) og neystakapping (best røkta neyst) í 2009. Trivnaðarnevndin arbeiðir saman við trivnaðarleiðarinum víðari við leistinum til kappingina.

Hanna Jensen og Ingi Hansen sungu eisini ein sang saman.

Eisnin fingu tey, sum luttóku í ruddingin træplantur í potti.

Mett var, at millum 250 og 300 fólk luttóku á ruddingardegnum og kann samanumtikið  sigast, at ruddingardagurin var sera væleydnaður og er hetta óivað eitt framhaldandi tiltak, sum borgarar í Eysturkommunu kunna síggja fram til.

Search by