Útstykking í Norðragøtu byrjar í næstu viku

Í samband við at Eysturkommuna fer at stykkja út nýggja býlingin við Myllá í Norðragøtu, vilja vit kunna borgarar um, at arbeiðið fer í gongd 23. september 2019 og heldur fram til august 2020.

Í hesum tíðarskeiði kann órógv koma á ferðsluna við Ánna og Eyðargøtu. Av tí arbeiðstøkan dragar seg um avgrevstur, spreinging, planering og rørarbeiði vm. kunnu vegir blíva skitnir, og tískil kann hetta koma at órógva borgaran. 

Talan verður um 26 nýggj grundstykkir í Norðragøtu, og kemur hetta at tryggja okkara borgarum enn fleiri bústaðarmøguleikar. 

Meira kunning seinni.

Search by