Jóhan Christiansen, borgarstjóri, setti fyrsta grabban í útstykkingina tann 25. september 2019.

Útstykking í Norðragøtu byrjað

Í gjár setti borgarstjórin, Jóhan Christiansen, fyrsta “spakan” í nýggju útstykkingina í Norðragøtu. Nýggi býlingurin við Myllá fevnir um 26 nýggj grundstykkir innanfyri núverandi Eyðargøtu, sum er brekkan frá vegnum Við Ánna niðan til Torbjarnargøtu í Norðragøtu.

Økið til útstykking er 20.000 fermetrar til støddar, og útstykkingin væntast at vera liðug í august 2020.

> Les meira um útstykkingina her.

Search by