Fyrrakvøldið var hátíðarhald hildið í samband við, at fleiri borgarar hava lokið integratiónsskeiðið, sum kommunan bjóðar útlendingum búsitandi í kommununi. Hetta er aðru ferð at skeiðið verður hildið, og tilsamans hava 26 borgarar luttikið til bæði skeiðini.
Cresyl Sevdal, ið er ættað úr Filipsoyggjunum og búsitandi í Leirvík, var ein av luttakarunum, og hon lat sera væl at.
– Eg havi verið her í næstan 3 ár, og eg fekk ótrúliga nógv burturúr hesum skeiðinum, sigur Cresyl. Vit hava tørv á at skilja mentanina fyri betur at tillaga okkum, sigur Cresyl. Á skeiðinum lærdu vit eisini grundleggjandi um føroyska málið, og tað hjálpti okkum væl við at koma í gongd. Eg vóni, og fleiri við mær, at møguleiki verður fyri at læra enn meira um føroyska málið, ið er sera torført, og kanska eisini um føroyska søgu.
Nathan, ið er ættaður úr Onglandi, hevur búð í Føroyum í 2 ár og var eisini við á skeiðinum.
– Skeiðið var sera gott bæði frá einum søguligum og mentanarligum sjónarhorni, sigur Nathan. Eg lærdi eina rúgvu, sum eg ikki visti. Tað var eisini gott at læra eitt sindur um føroyska málið. Eg dugdi einki áðrenn, men nú skilji eg nøkur ting. Og av tí at vit hava avgjørt at búseta okkum her, má eg læra meg at tosa føroyskt. Familja og vinir eru hjálpsom í hesum, men eg hevði eisini hildið meg framat, um eg fekk møguleikan til eitt uppfylgjanarskeið viðvíkjandi at læra meg føroyskt.
Luttakarar hesuferð vóru úr Brasilia, Filipsoyggjunum, Tailandi og Onglandi. Seinast vóru luttakararnir úr 8 ymsum londum.
Undirvísarar til skeiðið eru Tórhild og Rúni Bjarkhamar. Skeiðsdagarnir, sum eru 6 í tali, eru ókeypis og ætlaðir borgarum, sum eru fluttir higar úr útlondum. Undirvísingin snýr seg um føroyska málið, landafrøði, søgu og samtíð, familjuviðurskifti, rættindi og skyldur.