Ungdómskórið vunnið Evropeiska kapping

Ungdómskórið í Gøtu hevur í hesum døgum verið á ferð í Italia, har tey fyrradagin vunnu eina altjóða kórkapping. 20 ungdómar úr Eysturkommunu og aðrastaðni úr Eysturoynni vóru við saman við kórleiðara, Símun Hammer.

Kórkappingin, sum var í Filadelfia heilt har suðuri í Italia, er partur av einum stórum tónleika festivali, har bæði kór, hornorkestur og onnur luttaka yvir ein heilan mánað. Ungdómskórið í Gøtu luttók í klassiska og rýtmiska bólkinum fyri kór, og vunnu tann rýtmiska bólkin, har 7 onnur kór vóru kvalifiseraði til.

– Tað kendist øgiliga gott at vinna, sigur Símun Hammer, kórleiðari. Eg hevði sjálvur rokna við, at vit fóru at klára okkum nokkso væl, kanska ímillum 3-4 tey bestu. Vit høvdu eisini satsa mest uppá rytmiska bólkin og vit vunnu.

Við í kórinum vóru 20 ung, harav 7 mannfólk og 13 konufólk. Nøkur fleiri eru eisini við í kórinum til dagligt, ið er fyri ungdóm í aldrinum 14-28 ár. Kórið, sum varð stovnað á heysti 2011 og soleiðis hevur tvey og eitt hálvt ár á baki, hevur líka síðan sett høg tónlistarlig mál.

Eitt ávíst støði var kravt áðrenn kórið varð góðtikið at luttaka í kappingini. Í feburar mánað fingu tey váttað, at tey vóru góðtikin til kórkappingina, og hava tey vant nógv síðan tá.

Tað snýr seg ikki bert um at vinna, sigur Símun, men eisini um at koma á ein altjóða rankinglista, so man kann blíva nógv eftirspurdur internationalt og bjóðaður við til aðrar kappingar. Ungdómskórið í Gøtu kláraði seg somikið væl, at tey vóru eitt stig frá at liggja í ovasta stiganum fyri Evropeisk kór (95-100 stig). Tey fingu 94 stig av 100, ið er í toppinum av næst-hægstu rók, meðan eingin av hinum kórunum kláraðu uppá næstbesta stigan, ið er 85-95 stig.

Spurdur, um ungdómskórið ætlar sær aftur til aðrar altjóða kórkappingar svarar Símun Hammer eitt greitt ja. Málið er at liggja í toppinum ímillum Evropeisk kór.

Síðan stovnan hevur kórið sungið til eina røð av tiltøkum, gudstænastum og konsertum, og umrøðurnar hava altíð verið jaligar. Kórið má tí metast at hava sera stóran týdning fyri ungdómsarbeiði í Eysturkommunu og bygdunum rundanum.

Search by