Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna ungum næmingum úr 9. flokki lønt arbeiði í tvær vikur, har tey koma at fríðka um umhvørvið í kommununi.
– Gjøgnum felags arbeiði og saman við starvsfólkum hjá kommununi bjóða vit ungum høvið at kenna arbeiðsmarknaðin og at gera mun í umhvørvinum, sigur Andreas Andreassen, tekniskur leiðari hjá Eysturkommunu.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, tað veri seg at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað arbeiði.