Ung í arbeiði 2019

Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna næmingum, sum búgva í Eysturkommunu og hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið, lønt arbeiði í tvær vikur, har tey koma at fríðka um umhvørvið í kommununi.

Ung í arbeiði er fyri tey, sum hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur í tíðarskeiðinum frá 1. til 12. juli 2019. Tey, ið eru bursturstødd hetta tíðarskeiðið, mugu viðmerkja hetta í tilmeldingini, so kunnu tey møguliga arbeiða eitt annað tíðarskeið hetta summarið.

Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8:00 í kommunufjósinum í Syðrugøtu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, tað veri seg at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað arbeiði.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til eystur@eystur.fo við hesum upplýsingum:

  • Navn
  • Bústað
  • P-tal
  • Kontonummar
  • Telefonnummar

Freistin at tekna seg er 21. juni 2019.

Search by