Ung í arbeiði 2017

Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna næmingum, sum búgva í Eysturkommunu og hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið, lønt arbeiði í tvær vikur, har tey koma at fríðka um umhvørvið í kommununi.

Ung í arbeiði er fyri tey, sum hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur í tíðarskeiðinum frá 26. juni til 7. juli. Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8:00 í kommunufjósinum í Syðrugøtu.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, tað veri seg at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað arbeiði.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost við upplýsingum um navn, bústað, p-tal og kontonummar á torun@eystur.fo

Search by