Undirskrivað ískoyti til “Framvit” sáttmálan um skúlasamstarv frá 8. til 10. Flokk.

Borgarstjórarnir í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, hava í dag undirskrivað ískoyti til “Framvit” sáttmálan um skúlasamstarv frá 8. til 10. Flokk.

Ískoytið hevur tvær høvuðsbroytingar. Tann eina, at  loft uppá 12 mió. kr. er sett á partin Eysturkommuna rindar í 64-skúlan og hin, at longdin á sáttmálanum er stytt frá 1. januar 2039 til 1. august 2035.

Ískoytið verður nú sent landsstýrismanninum í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum til góðkenningar.

Search by